Krabbabøkur - bøkur merktar við "Gráur krabbi"
Krabbabøkur eru bøkur, ið eru lættar at lesa. Dentur er lagdur á ta góðu søguna, at úrvalið av bókunum er fjølbroytt, og at málið er ríkt.
Litirnir á krabbunum vísa til toleikastig. Í hvørjum liti sær er eitt ávíst spenni í torleika og longd. Í teimum lægstu torleikastigunum leggja vit dent á, at myndir stuðla tekstin.
Í gulum krabbum eru ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í appilsingulum krabbum eru í mest møguligan mun ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í reyðum krabbum eru setningarnir longri og orðini torførari, og innihaldsliga eru søgurnar hendingaríkari.
Í lilla krabbum verður farið eitt stig longri, men tað er eitt stórt spenni frá teirri lættastu til ta truplastu bókina, bæði innihaldsliga og málsliga.
Í bláum krabbum verður lagt upp til sjálvstøðuga lesing við størri avbjóðingum bæði innihaldsliga og málsliga. Hetta torleikastigið treytar størri lesiførleika og víðkar málsliga tilvitið.
Í grønum krabbum eru søgurnar samansettari í innihaldi og krevja tí størri djúphugsni.
Í gráum krabbum verður dentur lagdur á góðu samansettu søguna, ið krevur góða lesifatan, og at næmingurin er búgvin.
Faktakrabbarnir eru merktir við sjóneyku.
Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
1. At stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
2. At stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
3. At stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
4. At kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa
-
Hvassi 1 - Spæli deyður 135,00 kr
Spar 10,00 kr -
Hvassi 2 - Nærkist 135,00 kr
Spar 2,00 kr -
Í morgin fara vit at sita í sólini 108,00 kr
Spar 7,00 kr -
Hvassi 5 - Berjist ímóti 135,00 kr
Spar 13,00 kr -
Hvassi 6 - Taki stýringina 142,00 kr
Spar 14,00 kr -
Hvassi 7 - Kvetti bondini 135,00 kr
Spar 13,00 kr -
Hvassi 8 - Satsi alt 136,00 kr
Spar 12,00 kr -
Hvassi 4 - Renni undan 160,00 kr
Spar 7,00 kr -
Hvassi 3 - Rými 142,00 kr
Spar 11,00 kr