Kim Fupz Aakeson - bøkur merktar við "Krimi"

Kim Fupz Aakeson er danskur rithøvundur og myndprýðari, føddur í 1958 og uppvaksin í Albertslund.

Hann var á Tvind-skúlanum í 16 mánaðir og ferðaðist til lond sum Libanon og Pakistan við Den Rejsende Højskole.

Meiningin var, at hann skuldi lesa mentanarsosiologi, men eftir háskúlan fór hann til Keypmannahavnar, har hann fór at arbeiða innan tónleik og myndprýðing.

Fyrsta barnabókin kom út í 1984 og eitur Hvem vover at vække guderne.

Hann hevur teknað satiriskar tekningar í Weekendavisen, útvarpsleikir, skemtiligar myndabøkur, ungdómsbøkur og filmshandrit, m.a. til Den eneste ene. (1999).

Harumframt hevur hann skrivað stuttsøgur og skaldsøgur.

 

Útgávur:

2000: Mamma

2008: Hannibal og horvni hundurin

2012: Sunnudagur

2013: Vitello skøvar ein bil

2013: Vitello vil hava ein pápa

2015: Vitello fær eina ólekkra gentu

2015: Vitello ynskir sær ein hund

2017: Vitello hittir Gud

2017: Vitello fær ein fosturpápa

2020: Vitello gongur við knívi

2020: Vitello grevur eitt hol