Jutta Bauer
Jutta Bauer er týskur myndprýðari og rithøvundur, fødd í 1955 í Hamburg.
Hon hevur lisið list á universitetinum í Hamburg frá 1975-1981 og gav fyrstu myndabók sína út í 1981. Hon hevur eisini starvast á forløgum og tíðarritum og fór undir at arbeiða við teknifilmum í 1991.
Hon er væl kend sum myndprýðari í øllum Evropa og hevur myndprýtt einar 40 bøkur og hevur vunnið prísir fyri arbeiði sítt.
Hon býr og arbeiðir sum listafólk í Hamburg.
Útgávur:
2009 Selma
2012 Í skóginum ein smátta lá
Heiður:
2009 Sonderpreis des Deutschen Jugendliteraturpreises fyri samlaða bókaverkið
2010 Hans Christian Andersen prísurin fyri myndprýðingar