Alt, sum telur

Bókaklubbin

140,00 kr  Spar 19,00 kr

  • Síður: 200
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Ingrid Ovedie Volden
  • Týðari: Juli Fagerland
Deil:

Petru dámar væl makað tøl, tí tey skapa javnvág í alheiminum, men hon verður í ørviti av pi. Steffan á Námsfrøðiligu og Sálarligu Ráðgevingini sigur, at Petra hevur gandakendar tankar, og at hon skal bjóða óttanum av.

Vinkonan Melika er flóttafólk og saknar beiggja sín, sum kanska er heimsborgari. Petra – ella loyniumboð Pi – setur sær fyri at brúka gandakendar tankar til at fáa hann heim til Noregs.

Men so møtir Petra propelldronginum, sum er eitt óeydnutal og íðkar frumtalsítrótt.

Og knappliga broytist alt.

Alt sum telur er ein skaldsøga um vinalag, forelskilsi og tøl.