Jostein Gaarder
Jostein Gaarder er føddur í Oslo í 1952. hann er cand.mag í norskum, idésøgu og religiónsvísindi. Hann hevur undirvíst í fleiri ár á miðnámsskúlum, umframt at hava verið lærari í heimspeki á Fana Fólkaháskúla til 1991, tá ið hann gjørdist rithøvundur burturav.
Jostein Gaarder bjóðar lesaranum av í bókum sínum, hann fær lesaran at hugsa um seg sjálvan og tilveru sína.
Jostein Gaarder hevði skrivað fleiri lærubøkur um religión og lívsáskoðan, áðrenn hann í 1986 gav út fagurfrøðiligu bókina Diagnosen og andre noveller. Stóra frambrotið byrjaði í 1991, tá ið hann gav út bókina Heimurin hjá Suffíu. Hon var verðins mest selda fagurfrøðiliga bók í 1995 og er gjørd til film, sangleik, sjónvarpsrøð, sjónleik og spæl.
Jostein Gaarder er kendur fyri at hava áhuga í umhvørvispurningum og menniskjarættindum. Í 1997 grundaði hann Sofiepriset samn við konu sínari Siri Dannevig. Prísurin verður givin fólki/feløgum hvørt ár, sum hevur gjørt týðandi avrik í umhvørvi og menning.
Útgávur:
1996 Jólagátan
1999 Kabálgátan
2002 Sum í spegli, sum í gátu
2004 Heimurin hjá Suffíu
2004 Appilsingentan
2006 Froskaslottið
Umrøða/ummæli:
Jólagátan
Damien Arguimbau: Fra Norge til Bethelhem. Weekendavisen 1. januar 1993
Heimurin hjá Suffíu
Malte Lehming: Wundern, fragen, denken. Der Tagesspiegel. 5. okt. 1993
Jürgen Stahlberg: Sternenstaub des Denkens. Frankfurter Allgemeine Zeitung. 5. okt. 1993
Florentine Waiblinger. Sofie und die frage "Woher kommt die Welt?" Süddeutsche Zeitung 6. okt. 1993
Siggi Seuss: Der Zylinder des klugen Zauberers. Deutsches Allgemeines Sonntagsblatt. 8. okt. 1993
Kjell Olaf Jensen: Gjensyn med Sofie. www.barnebokkritikk.no/20.mars2003
Appilsingentan
Damien Arguimbau: Kun spørgsmål peger fremad. Weekendavisen 15. mars 2004
Kjell Olaf Jensen: En romantisk kjerlighetshistorie. www.barnebokkritikk.no/6.nov.2003
Heiður:
1990 Norsk litteraturkritikerlags barnebokspris, fyri Kabálgátuna
1990 Kritikerprisen, fyri Kabálgátuna
1990 Kultur- og kirkedepartementets pris for barne- og ungdomslitteratur, fyri Kabálgátuna
1991 Sonja Hagemanns barne- og ungdomsbokpris, fyri Heimin hjá Suffíu
1993 Bokhandlerpriset, fyri Sum í spegli, sum í gátu
1993 Skolebibliotekarforeningens litteraturpris, fyri Kabálgátuna, Heimin hjá Suffíu og Jólagátuna