Joan Sørinardóttir
Joan Sørinardóttir er fødd í 1966 og býr í Nólsoy. Hon starvast sum lærari í Hoydølum og undirvísir í týskum og religión.
Joan er við í tekstasavninum Nýtt flog, sum Sprotin gav út í 2015. Bókin var úrslit av sendingini 650 orð, sum var í Góðan morgun, Føroyar, har fólk kundu senda tekstir inn.
Útgáva:
2016 Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat