Jeffrei Henriksen

Jeffrei Henriksen er lektari í føroyskum og hevur granskað og skrivað nógv um føroyskt mál.

Hann er føddur 1. mai 1930 í Sørvági og býr í Tórshavn.

Hann tók læraraprógv í 1950. Hevur verið á Læraraháskúlanum í Danmark og tikið exam. art prógv í føroyskum.

Hann hevur verið lærari í Bø og Gásadali, á Eiði og í Kommunuskúlanum í Havn. Var skúlastjóri á venjingarskúlanum og lektari á Føroya Læraraskúla.

 

Útgávur:

1950 Gloprið í Míni jólabók

1955 Dreingirnir, sum dugdu gand í Míni jólabók

1956 Álvakongur í Míni jólabók

1957 Í Miðgarði í Míni jólabók

1963 Bjarnabani í Barnablaðnum nr. 8-9

1970 Føroysk mállæruheiti. Skúlablaðið. Serprent

1982 Odysseus

 

Heiður:

1977 M.A.Jacobsens heiðursløn fyri yrkisbókmentir

1986 Heiðurslimur í felagnum Sverige – Färöarna

2000 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk