Janosch

Janosch, sum í grundini eitur Horst Eckert, er týskur rithøvundur, føddur 11. mars 1931. Hann varð føddur í táverandi Hindenburg, sum nú er partur av Polen, men flýddi saman við foreldrunum til Týsklands eftir annan veraldarbardaga.
Í 1953 fór hann á listaskúla í München, men gavst at lesa har, tá hann hevði gingið nøkur semestur. Í staðin fór hann at arbeiða sum listafólk fyri seg sjálvan og gav í 1960 sína fyrstu barnabók út, samstundis sum hann fór at brúka listanavnið Janosch.
Hann hevur eisini givið vaksnamannabøkur út. Flestu eru um barndóm hansara, royndirnar av at vaksa upp við einum harðligum pápa og einari sera gudsóttandi mammu.
Á, sum Panama er vakurt er vorðin klassikari, hon kom á fyrsta sinni út á týskum í 1978.

Í 1980 flutti Janosch út Týsklandi til Tenerifa at búgva.

 

Útgáva:
2009 Á, sum Panama er vakurt

 

Heiður:
1975 Bókmentavirðisløn frá býnum München
1979 Týska ungdómsbókmentaheiðurslønin
1984 Zilveren Griffel
1993 Bundesverdienstkreuz

 

Umrøða:

Gaby Reucher: Perhaps everything I say is nonsense. dw.com, 11.mars 2016

 

Heimasíða:
www.janosch.de