Janne Teller

© 2004 Morten Holtum Nielsen

 

Janne Teller er danskur rithøvundur, fødd 8. apríl 1964. Hon er útbúgvin cand.polit og hevur starvast sum búskapar- og politiskur ráðgevi í ST og ES.

Fyrsta skaldsøga hennara var Odins ø (1999), sum er ein nútímans søgn um iva og trúgv, um politiska og trúarliga ekstremismu. Ekstentiella ungdómsskaldsøgan Onki kom út á donskum í 2000.

Janne Teller  livir sum ein nútímans nomadi og hevur búð í londum runt um allan heim. Í dag býr hon í New York og í Berlin.

Seinasta skaldsøga hennara er Hvis der var krig I Norden, hon kom út í 2012.

 

Útgáva:
2013 Onki

 

Ummæli:

Dorte Hygum Sørensen: Hvad er egentlig meningen? Politiken 14. mars 2002

May Schack: Omstridt ungdomsroman tør stille store spørgsmål. Politiken 29. januar 2011
Karen Lise Søndergaard Brandt: Janne Teller: Intet. 24. nov. 2011 Bogguide.dk
 

Heiður:
2001 Kulturministeriets Børnebogspris fyri Onki
2008 Prix Libbylit fyri Onki
2011 Michael L. Printz Honor Award fyri Onki
         Mildred Batchelder Honor Awards fyri Onki

 

Heimasíða:
www.janneteller.dk