Jan Lööf
Jan Lööf er svenskur myndprýðari og rithøvundur, føddur 30. mai í 1940 í Trollhättan. Hann hevur gjørt myndabøkur yvir ævintýr og við søguligum motivum.
Jan Lööf las list árini 1959-1964 og er kendur bæði fyri at gera teknirøðir og myndabøkur. Í Føroyum er hann kendur fyri myndabøkurnar Abbi er sjórænari og Søguna um blóðreyða súreplið, sum komu út í 1974 á Bókagarði.
Í dag býr Jan Lööf mesta partin av árinum í Grikkalandi, men er viðhvørt heima í Stockholm.
Útgávur:
1988 Lummalyktin hjá Kára (pixibók)
2013 Abbi er sjórænari
2014 Søgan um blóðreyða súreplið
Abbi er sjórænari, 2. upplag
Heiður:
1974 Expressens Heffaklump
1977 Grand-Prix Bienála ilustrácií Bratislava
Elsa Beskow-plaketten
2010 Selma Lagerlöfs Litteraturpris
2011 Astrid Lindgren priset