Jan Kjær

Jan Kjær er danskur rithøvundur og teknari, føddur í Århus í 1971. Hann er útbúgvin grafiskur sniðgevi og hevur lært seg at tekna teknirøðir á The Joe Kubert School í New Jersey. Aftaná arbeiddi hann í Hollywood við at gera storyboard og konsepttekningar fyri filmsframleiðarafeløg. Í 2002 kom hann aftur til Danmarkar.
Saman við Merlin P. Mann hevur hann gjørt tær væl kendu Taynikma teknirøðirnar, sum fingu Orla-prísin í 2007.
Hann hevur umframt arbeitt við at gera logo, teknirøðir, storyboard og konsepttekningar  fyri fyritøkuna Lego.
Hann undirvísir eisini í tekning og heldur fyrilestrar um at tekna og skriva.

 

Útgávur:
2010 Gorokkarnir herja á. Toron-søgan 1
        Gentan úr náminum. Toron-søgan 2
        Megin hjá Tei-nikmanum. Toron-søgan 3

        Mannajagstrarin 1- Eitt hjarta úr steini

2011 Mannajagstrarin 2 - Ongar reglur

        Mannajagstrarin 3 - Fongurin hjá kannibalinum

 

Heiður:

2007 Orla-prisen fyri bestu teknirøð

 

Heimasíða:
http://www.jankjaer.dk/