James Riordan
James Riordan er enskur rithøvundur, føddur í Porthsmouth í 1936.
Hann lærdi at tosa flótandi russiskt, meðan hann var í RAF 1955-57 og fór síðan at lesa málið. Hann starvaðist fimm ár í Moskva, har hann m.a. spældi við fótbóltsliðnum Spartak. Hann hevur starvast sum professari í russiskum á m.a. universitetinum í Bradford og Surrey.
Hann hevur skrivað nógv, bæði av fakligum bókmentum og fagurfrøðiligum bókmentum til vaksin og børn.
Útgávur:
2011 Sniðskjúttin
Umrøða:
Kevin O`Flynn: Introducing the first Briton ever to play in the USSR. Guardian 7. november 2006