Jákup Reinert Hansen
Jákup Reinert Hansen er prestur og rithøvundur.
Hann er føddur í 1955 í Reykjavík og hevur starvast sum prestur í mong ár í Sandoyar sýslu.
Hann er nú lektari í kirkjusøgu við Søgu- og samfelagsdeildina í Fróðskaparsetrinum.
Útgávur:
1971 Eitt bragd undan jólum í Míni jólabók
1977 Eitt Guðs vælsignilsi av seiði í Míni jólabók
1989 Kirkjan og apartheid í Apartheid. Serblað hjá Skúlablaðnum
1994 Mikkjalsbók (ritstj.)
2002 Gleðilig jól í Míni jólabók
Umrøða:
Katrine Barslev: Den færøske præst, fotograf og akademiker. Kristeligt Dagblad 21. mai 2008