Jákup Jakobsen

1864-1918

Jákup Jakobsen var føroyskur málgranskari, føddur í Havn.

Hann var av mongum bara róptur Dr. Jakobsen.

Tá ið hann hevði tikið studentsprógv var ætlanin at lesa franskt á undiversitetinum, men á Regensinum (á Garði) hitti hann íslendingin Boga Th. Melsteð, sum granskaði søgu. Hesin eggjaði honum til at lesa norrønt mál, tað gjørdi Jákup Jakobsen og varð liðugur við lesnaðin í 1891.

Hann hjálpti Hammershaimb við orðabókini og mállæruni í Færøsk Anthologi, og saman við V. U. Hammershaimb eigur hann lut í skapanini av føroyska skriftmálinum, skjalsannaði leivdirnar av gamla hetlendska málinum, har hann gjørdist doktari av ritgerðini Det norrøne sprog på Shetland. Hann savnaði eisini leivdirnar av hetlendska málinum í bókini Etymologisk ordbog over det norrøne sprog på Shetland.

Milum føroyingar er hann seliga kendur fyri at hava savnað sagnir og ævintýr, sum heimildarfólk fortaldu honum í bókini Færøske folkesagn og Æventyr 1892-93. Her sæst eisini, at Dr. Jakobsen og Hammershaimb ikki vóru samdir um, á hvønn hátt føroyskt mál eigur at stavast.

 

Útgávur:

1978 Føroysk ævintýr 1

2005 Trøllið hjá Pápaleysa

 

Ummæli/umrøða:

Árni Dahl: Bókmentasøga 2. bls. 15-20

 

Heiður:

2005 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Trøllið hjá Pápaleysa (Grafik Studio)