J. K. Rowling

J. K. Rowling er fødd 31. juli 1965 og vaks upp í Chepstow.

Hon las franskt og bókmentir á lærda háskúlanum í Exeter, flutti til London og arbeiddi hjá Amnesty International og fór síðan til Portugáls at undirvísa í enskum. Eftir hetta búsetti hon seg í Edinburgh.

Hon fekk hugskotið til Harry Potter í einum toki millum Manchester og Kings Cross í London. Hon skundaði sær til hús og skrivaði hugskotini niður, og næstu fimm árini arbeiddi hon við at finna uppá søgur um Harry Potter.

Handritið til fyrstu bókina Harry Potter og vitramannasteinurin varð liðugt í 1995 og varð sent til 12 forløg, sum øll takkaðu nei.

Eitt ár seinni játtaði forlagið Bloomsbury at geva handritið út og tað var serliga tí, at átta ára gamla Alice Newton, ið var dóttir formannin á forlagnum, fekk fyrsta part av handritinum at lesa og beinanvegin bað um at sleppa at lesa meira.

Tað, ið síðan hendi, er ein viðgangssøga. J. K. Rowling gjørdist kend um allan heim, bøkurnar um Harry Potter selja sum heitt breyð, filmar eru gjørdir, spøl og onnur vøra við Harry Potter vørumerki á verður selt um allan heim. Sjálv er hon ein av ríkastu kvinnum í heiminum, allar bøkurnar hava sligið met á sølulistum. Tann sætta bókin, Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin seldi fleiri entøk í eitt døgn enn Da Vinci Code í eitt ár.

Sjeynda bókin um Harry Potter kom út á enskum 21. juli í 2007, tað er eisini seinasta bókin um Harry.

 

Útgávur:

2000 Harry Potter og vitramannasteinurin (enska útgávan 1997)

2001 Harry Potter og kamarið við loynidómum (enska utgávan 1998)

2001 Harry Potter og fangin úr Azkaban (enska útgávan 1999)

2002 Harry Potter og eldbikarið (enska útgávan 2000)

2003 Harry Potter og Føniksfylkingin

2005 Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin

2007 Harry Potter og arvalutir Deyðans

 

Ummæli/umrøða:

Um rithøvundan og bøkurnar:

Marc Shapiro: J.K.Rowling The Wizard behind Harry Potter. 2000

Kim Simonsen: Hví dámar so nógvum Harry Potter?. Sosialurin 17. november 2005

 

H.P. og vitramannasteinurin

Carl Johan Jensen: Gandur her og handan. Sosialurin 16. desember 2000

Maria Nikolajeva: Hur man skapar en succé – Fenomenet Harry Potter. Opsis Kalopsis 1/2000 

Inger Hasselbaum: 532 sidor spänning och humor. Opsis kalopsis 2/2001

Bergur Rasmussen: Tann rami gandur. Bragi nr. 1 2001

 

H. P. og føniksfylkingin

Kirsten Kalleberg: Ujevn kvalitet. www.barnebokkritikk.no/13.nov.2003

 

H.P. og Hálvblóðsprinsurin

Damián Arguimbau: Virtuost og ubønhørligt. Weekendavisen 14. oktober 2005Mette Moe: Fullblodsfortelling om Halvblodsprins. www.barnebokkritikk.no/24.nov.2005

 

H.P. og arvalutir Deyðans

Gerd Elin Stava Sandve: Rowlings triumfferd. Dagsavisen 24. juli 2007

Mette Moe: Magisk sluttspurt for Potter. www.barnebokkritikk.no/5.des.2007

Kurt Hanssen: Kontroversielle Harry. Dagbladet 16.12. 2007

Ingrid Bakke: Holder helt til siste side. Aftenposten 21. juli 2007

Catharina Wandrup: Harry trygt i mål. Dagbladet 22.07.2007

Leif Ehle: Harry Potter and the Deathly Hallows. NRK 23. juli 2007

Martin Bull Gudmundsen: Harry Potter and the Deathly Hallows av J.K.Rowling. bokavisen.no/29. juli 2007

 

Heiður:

H. P. og vitramannasteinurin

1997 The Nestlé Children´s Book Prize

 

H.P. og kamarið við loynidómum

1998 The Nestlé Children´s Book Prize

 

H.P. og fangin úr Azakaban

1999 The Nestlé Children´s Book Prize

 

Heimasíða:

www.jkrowling.com

http://www.faktalink.dk/titelliste/hapo