Issát Sámmol Heatta

Issát Sámmol Heatta er føddur í 1952 í Máze í Noregi. Hann er rithøvundur og tónaskald og hevur framførslur við joika og sangi. Hann hevur útbúgving sum sosionomur, umframt í filmi og samiskum. Nógvir samiskir tónleikarar hava  brúkt tekstir og løg hjá honum á sínum plátum. Hann gjørdist leiðari í samiska rithøvundafelagnum í 2005 og er valdur inn í mentanarnevndina í Samaráðnum.

 

Útgávur:

2006 Fremmandi reindýrahirðin í Spøkilsið sum flenti