Isaac Bashevis Singer
1902-1991
Isaac Bashevis Singer var amerikanskur rithøvundur, føddur í Polen og ein av leiðandi rithøvundunum innan jiddiskan skaldskap.
Familjan búði í Warshava, men mátti flyta til heimbygdina hjá mammuni í 1917 orsakað av tí, ið fór fram undir fyrra veraldarbardaga.
Í 1923 flutti Singer aftur til Warshava og fór at arbeiða á einum bókmentaligum tíðarriti har.
Í 1935 fór hann til USA fyri at sleppa undan vaksandi fasismuni í Polen.
Singer gav út einar 18 skaldsøgur, 14 barnabøkur, ritroyndir og greinar, men er serliga kendur sum stuttsøguhøvundur.
Útgávur:
2002 Jachid og Jechidah í Tað nýggja Atlantis
Ummæli/umrøða:
Joseph Epstein: What Yiddish Says. The Weekly Standard 10/25/2004
Heiður:
1978 Nobel heiðursløn