Ingvar Ambjørnsen
Ingvar Ambjørnsen er føddur 20. mai 1956 í Larvik. Býr nú í Hamburg í Týsklandi.
Fyrsta bók, hann gav út, var 23-salen. Hon kom í 1981. Sjálvur hevur hann sagt í einari samrøðu, at fyrsta bókin, hann skrivaði, varð skrivað um næturnar, meðan hann sat vakt á herbergi hjá Frelsunarherinum.
Tær fyrstu bøkurnar lýsa tey menniskju, sum liva pá tvørs av galdandi samfelagsnormun. Rættiliga gjøgnumbrotið fekk hann við bókini Hvite niggere í 1986.
Hann hevur skrivað ein hóp av krimisøgum, barna- og ungdómssøgum. Fleiri eru filmatiseraðar.
Í seinastu bókunum hevur hann sett hol á tyngri evni sum angist, fremmandagering og einsemi.
Útgávur:
1997 Vit báðir Vitri – Kempurnar falla
1999 Vit báðir Vitri – Deyðin á farstøðini
2004 Vit báðir Vitri – Eitrandi lygnir
2004 Samson & Roberto – Arvurin eftir Rin- Tin – Tei farbróður
2005 Samson & Roberto – Klandursvættini
2005 Samson & Roberto – Loyndarmálið hjá faðir Pietro
Ummæli/umrøður:
Regina v Steinum: Kempurnar falla. Føringurin 23. oktober 1997
Monica Klásen McGrath: Inom ramen för det roliga och galna. Opsis Kalopsis 3/2002
Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Rok á gistingarhúsinum. Fregnir 16-22 apríl 2004
Marie L. Kleve: Her er boka Dagblad-leserne har kåret til tidenes beste. Dagbladet 24. november 2014
Heiður:
1988 Cappelenprisen
1991 Den norske boghandlerforenings pris fyri Deyðin á farstøðini
2000 Oslo bys kulturpris
2001 Tabuprisen (Rådet for psykisk helse)
2004 Anders Jahres kulturpris
2005 Booth-prisen (frá norska Frelsunarherinum)
Heimasíða: