Ingun Christensen

Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa.

Ingun búði eini 7-8 ár í Danmark, har hon tók útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum.

Hon hevur arbeitt innan ferðavinnuna, men hesi mongu seinastu árini hevur hon arbeitt sum korrespondentur, skrivari og týðari.

Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.

Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin.

Bókmentir hava altíð havt ein stóran leiklut frá barni av, og hon hevur altíð lisið nógv. Tá ið tað kemur til barnabókmentir eru yndishøvundarnir m.a. Astrid Lindgren, H.C. Andersen, Brøðurnir Grimms, Thorbjørn Egner og Mark Twain.

Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.

 

Útgávur:

2010 Garðvættrarnir gera uppreistur

2013 Eiturkoppaprinsessan

        Jóladunnan í Míni jólabók

2014 Rani - ein nýggj byrjan

        Ein lítil dukka í reyðum morgunskóm í Míni jólabók

2015 Rani - Vár og vónir

        Sparijól í Míni jólabók

        Skuggamyndir

2022 Sólgrátur

 

Ummæli:

Vár í Ólavsstovu: Skuggamyndir. Skúlablaðið nr 1/2016

 

Heimasíða:

ingunc.dk