Inger Lise Belsvik

Foto: Siri Vaggen Olsen

 

Inger Lise Belsvik er norskur grafikari, teknari og myndprýðari. Hon er fødd 19. mars 1961 í Sandnes. 

Hon hevur útbúgving í grafiskum samskifti frá Stavanger og í myndprýðing frá Kingston University í Onglandi. Hon hevur verið gestanæmingur á Statens håndverks- og kunstindustriskole.

Belsvik hevur m.a. myndprýtt fleiri myndabøkur og yrkingasøvn fyri børn.

Hon býr og arbeiðir í Oslo.

 

Myndprýðingar:

2003 Ein halastjørna er komin

 

Heimasíða:

http://www.koboltdesign.no/inger-lise/index.html