Verðins størsti kúllur takkar fyri seg
Onkur heldur kanska, at børn fara at skikka sær illa, um tey lesa um Herviliga Henry. Og hvør veit? Kanska onkur hevur fingið íblástur til at gera okkurt, sum er eitt sindur óskikkiligt. Men børn hava eisini brúk fyri at hoyra um óskikkilig børn. Søgurnar læra okkum nevnliga nakað, sum er sera umáðandi: at duga at flenna - eisini at okkum sjálvum - og at síggja tað stuttliga í lívinum.
Hvør er Herviligi Henry?
Sum navnið á honum sigur, so er Henry ein øgiliga herviligur og óargaligur drongur, sum finnur upp á skálkabrøgd dagin langan. Eitt sindur sum Emil í Lønnibergi, bara nógv frekari og kúllasligari! Hann orkar ikki fyri at rudda kamarið hjá sær ella at gera skúlating. Hann eigur eina mammu og ein pápa, sum ofta suffa og siga “ver ikki so herviligur, Henry!”, og ein lítlabeiggja, sum eitur Frálíki Fríðrikur, sum altíð skikkar sær væl. Søgurnar um Henry eru altíð stuttligar. Og tað er helst ein av orsøkunum til, at nógv børn tíma væl at lesa hesar bøkurnar. Í øllum bókunum eru fýra søgur um Henry, har hann finnur upp á okkurt klikkað og herviligt, sum gevur foreldrunum og lærarunum grá hár í høvdið.
Francesca hevur skrivað eina rúgvu av bókum, og 26 bøkur eru um Herviliga Henry á føroyskum. Nú takkar verðins størsti kúllur fyri seg í teimum báðum allarsíðstu bókunum: Kannibalbanningin og Flúgvarin.
-
Herviligi Henry og kannibalbanningin 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og flúgvarin 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og sombivampýrurin 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og Andskræmiligi kavamaðurin 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og kettjupkríggið 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry hevur marruna 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry í spøkilsishúsinum 87,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry hittir drotningina 80,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry rokkar 80,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og skrímslafilmurin 80,00 kr
Spar 15,00 kr -
Herviligi Henry vekir tey deyðu 80,00 kr
Spar 15,00 kr -
Herviligi Henry og kykt 70,00 kr
Spar 20,00 kr