Henry Rider Haggard

1856-1925

Henry Rider Haggard er enskur rithøvundur, føddur í Norfolk í Onglandi.

19 ára gamal sendi pápi hansara hann til tað, sum í dag er Suðurafrika, at arbeiða fyri bretska vararíkisstjóran.

Tá ið Henry kom aftur til Onglands í 1882, hevði hann lært til sakførara, men hann skrivaði fyri tað mesta skaldsøgur. Søgurnar eru um upplivingar hansara í Afrika, og tær eru ofta um djarvar ævintýrarar og horvnar mentanir.

Hann skrivaði Nám Sálamon kongs, sum kom út í 1885. Bókin gjørdist kend og sera væl umtókt.

Hann ferðist um heimin sum landbúnaðarráðgevi og var í 1919 tilnevndur Knight Commander of the British Empire.

 

Útgáva:

Nám Sálamon kongs