Hundurin, sum rann ímóti einari stjørnu
Bókadeild Føroya Lærarafelags
15,00 kr
Spar 5,00 kr
- Síður: 210.0
- Útgávuár: 1992
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Henning Mankell
- Myndir: Bárður Jákupsson
- Týðari: Jákup í Skemmuni
Í einum lítlum býi í Norrlandi býr 11 ára gamli Jóal saman við pápa sínum, sum er skóghøggari. Mamman er farin frá teimum, og einsamalli drongurin roynir alla tíðina at fáa tættari samband við pápan, men tað eydnast ikki altíð líka væl.
Tað er á vetri í 1956, at hann sær tann einsamalla hundin fyrstu ferð, tann veturin, tá ið alt hendi.
Royndir hansara at grípa dreymarnar, fáa teir til veruleika, gera, at hann fer út á náttarútferðir sínar. Tá møtir hann ógviliga ymiskum mennsikjum, sum fáa hann at royna seg og búnast.
Ein svenskur ummælari hevði á orðið, at tann, sum lesur Hundin, sum rann ímóti einari stjørnu, verður ríkiliga løntur.