Eldsins øði
Bókadeild Føroya Lærarafelags
72,00 kr
Spar 5,00 kr
- Síður: 168.0
- Útgávuár: 2009
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft við klaffum
- Rithøvundur: Henning Mankell
- Myndir: Volkmar K. Wentzel
- Týðari: Jákup í Skemmuni
Okkurt er ikki, sum tað eigur. Armando kemur knappliga heim seinni og seinni um kvøldarnar, og sjálvt um inntøkan á bilverkstaðnum er lítil, so er hann í nýggjum klæðum. Sofía og børnini fáa harafturímóti einki.
Tað í versti illgruni hjá Sofíu verður staðfestur, er svikið ein veruleiki. Í staðin fyri at svølgja øðina velur Sofía at fara sínar egnu leiðir. Men prísurin verður høgur - fyri tey øll somul.
Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.
Hinar báðar í røðini eru:
Eldsins loyndarmál og Eldsins gáta