Hanus Kamban

Hanus Kamban er rithøvundur, føddur Andreasen, 25. juni 1942 í Saltangará, uppvaksin í Skúgvi og flutti til Havnar í 1956.

Fyrsta bókin, hann gav út, var Drekin og aðrar søgur í 1969. Hetta vóru týðingar av stuttsøgum.

Fyrsta bók við egnum stuttsøgum var Dóttir av Proteus, ið kom út í 1980.

Søgan Angels Place vann fyrstu virðisløn í stuttsøgukapping, sum Listastevna Føroya skipaði fyri í 2001.

Hanus Kamban var blaðstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-69, var eitt skifti blaðstjóri á bókmentatíðarritinum Brá, var formaður í Rithøvundafelg Føroya 1992-94 og limur í Nordbok 1992-2000.

 

Útgávur:

2001 Angels Place í Mjørki í heilum

2002 Tað nýggja Atlantis

2006 Tvær yrkingar í Vencili 1

2007 Tvær yrkingar í Vencili 2

2008 Riddarin Grøni í Vencili 5

2010 Saxifraga Nivalis í Vencil 8

 

Ummæli/umrøða:

Nordisk Litteratur 2003

Vónbjørt Vang Solmunde: Vísindaskaldskapur og furða á føroyskum. Fregnir 25. apríl – 1. mai 2002

 

Heiður:

1980 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir

1986 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagurbókmentir

1990 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk

2004 Mentanarvirðisløn landsins

2007 Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat