Guðrun Helgadóttir

Guðrun Helgadóttir er íslendskur rithøvundur. Fødd 7. september 1935 í Hafnarfirði og býr nú í Reykjavík. Umframt at vera rithøvundur hevur hon sitið í Býráðnum í Reykjavík, í Altinginum og var fyrsta forkvinna í Altinginum 1988-91.

Fyrsta bók hennara var Jón Oddur og Jón Bjarni, sum kom út í 1974. Bøkurnar um tvúburarnar eru filmatiseraðar í 1981.

Hon hevur eisini skrivað leikir: barnaleikurin Óvitar var spældur á íslendska tjóðpallinum í 1979 og hevur eisini verið spældur í Føroyum.

Á føroyskum finst eisini myndabókin Gandakellingin Flumbra, sum forlagið Nýlendi hevur givið út.

 

Útgávur:

1986 Í abbasa húsi

1986 Jón Oddur og Jón Bjarni

1987 Meiri um Jón Odd og Jón Bjarna

1987 Enn meiri um Jón Odd og Jón Bjarna

1993 Bið Guds einglar standa hjá mær

1994 Vera vernd

1995 Hjá mær í nátt

2000 Tað er gaman í

2000 Tað er lagamanni

 

Umrøða:

Sigurður Haukur Guðjónsson: Jón Oddur og Jón Bjarni. Morgunblaðið 14. des. 1980

Gunnlaugur Ástgeirsson: Enn af Jóni Oddi og Jóni Bjarna. Helgarpósturinn 5. des. 1980

Oskar Hermannsen: Í abbasa húsi. Varðin bd. 54, hft 3/4, 1987

Oskar Hermannsen: Jón Oddur og Jón Bjarni. Varðin bd. 54, hft 3/4, 1987

Malan Simonsen: Undurfulli gerandisdagurin hjá Jón Oddi og Jón Bjarna. Brá nr. 15 1990

Erhard Jacobsen: Og so veit eg eina vakra søgu. Bókadeild Føroya Lærarafelags 2006, s. 104-106

 

Heiður:

1975 Barnabókaverðlaun fræðsluráðs Reykjavíkur fyri Jón Odd og Jón Bjarna

1980 Thorbjørn Egner Fund Prize fyri Óvitar

1996 VISA Cultural Prize

1999 Viðurkenning Barna og bóka Íslandsdeildar IBBY

2005 Verðlaun Jónasar Hallgrímssonar: Fyrir framlag sitt til íslenskrar tungu