Gry Moursund

Gry Moursund er norskur myndprýðari, fødd 12. desember 1969 í Mo í Rana.

Hon hevur útbúgving frá Listaskúlanum í Kabelvåg, Wiiks Folkhøgskola í Uppsala, Statens Håndverks- og kunstindustriskole í Oslo og Royal College of Art í London. Hon hevur serliga myndprýtt myndabøkur.

Gry Moursund býr í Berlin.

 

Myndprýðingar:

2003 Ein halastjørna er komin

2014 Bukkarnir Brúsi í Baðilandi (Bjørn F. Rørvik)

2015 Bukkarnir Brúsi koma aftur (Bjørn F. Rørvik)

 

Heiður:

1999 Silvur í Årets vakreste bok

2000 Kultur- og kirkedepartementets billedbokpris for barne- og ungdomslitteratur

2001 Gull í Årets vakreste bok

2002 Nynorsk barnelitteraturpris

2003 Brageprisen