Francesca Simon
Francesca Simon er amerikanskur rithøvundur, búsitandi í London.
Hon las miðaldarsøgu og bókmentir á Yale og Oxford.
Í 1989 fór hon av álvara at arbeiða við barnabókmentum og er nú kend í fleiri londum fyri bøkurnar um Herviliga Henry.
Hon sigur sjálv, at hon altíð hevur fatað søgurnar um Henry sum ein barnawestern.
Henry er lógloysingur, ber seg ræðuliga at, men kemur ofta væl burtur úr tí.
Á sama hátt sum vaksnum dámar at lesa um persónar á markinum, so dámar børnum eisini at lesa um børn, sum gera sovorðið óumhugsað og ikki hugsa um avleiðingarnar.
”Eg fekk hugskotið til bøkurnar, tá ið ein vinur bað meg skriva um eitt óargaligt barn. Herviligi Henry sá dagsins ljós á staðnum. Eg sá beinanvegin fyri mær ein treiskan, lítlan drong og tey neyðars væl meinandi frísinnaðu foreldrini. Eg hevði eisini áhugað í at kanna systkinaklandur, sum eg kendi eitt sindur til sjálv, av tí at eg eri elst av fýra systkjum, og at kanna familjur, har foreldrini gera av, at annað barnið er skikkiligt, og hitt er óskikkiligt, soleiðis var tað, at Frálíki Fríðrikur fekk lív. Skjótt fekk Henry sítt egna lív, saman við ráðaríku madammuni í grannahúsinum, Droyu Drós (Moody Margaret), sum er ein blanding av mær sjálvari og av Margaret Thatcher, soleiðis sum eg ímyndi mær hana sum barn.”
Útgávur:
2007 Herviligi Henry
Herviligi Henry og Loyniklubbin
Herviligi Henry lumpar tannálvuna
Herviligi Henry og lýsnar
2008 Herviligi Henry í spøkilsishúsinum
Herviligi Henry verður knappliga ríkur
Herviligi Henry og mumiu-banningin
Herviligi Henry hevnir seg
2009 Herviligi Henry og undirbuksurnar
Herviligi Henry og stinkbumban
Herviligi Henry hittir drotningina
Herviligi Henry og trølladaddan
2010 Herviligi Henry og fotbóltshetjan
Herviligi Henry og øgiliga óreina tíðarmaskinan
2013 Herviligi Henry rokkar
Herviligi Henry rænir ein banka
Herviligi Henry heldur jól
2014 Herviligi Henry og kykt
2015 Herviligi Henry og skrímslafilmurin
Herviligi Henry vekir tey deyðu
Ummæli/umrøða:
Turid Hallan Buarøy: Rampete Robin. Drammens Tidende 12. mai 2005
Helen Brown: 'Henry is horrid so they don´t have to be'. The Telegraph 15. mars 2008
Dinah Hall: What makes Henry so horrid? The Telegraph 5. apríl 2010
Paul Bignell: Francesca Simon: 'I wanted Horrid Henry to be like Cain and Abel. The Independent 28. august 2011
Heimasíða:
-
Herviligi Henry hevur marruna 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry hittir drotningina 80,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry í spøkilsishúsinum 87,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og Andskræmiligi kavamaðurin 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og flúgvarin 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og kannibalbanningin 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og kettjupkríggið 88,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry og kykt 70,00 kr
Spar 20,00 kr -
Herviligi Henry og skrímslafilmurin 80,00 kr
Spar 15,00 kr -
Herviligi Henry rokkar 80,00 kr
Spar 10,00 kr -
Herviligi Henry vekir tey deyðu 80,00 kr
Spar 15,00 kr