Harry Potter og fangin úr Azkaban
Bókaklubbin
- Síður: 328
- Útgávuár: 2017
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: innbundin við leysakápu
- Rithøvundur: J. K. Rowling
- Myndir: Jim Kay
- Týðari: Gunnar Hoydal
„Myrkursins Harri liggur einsamallur og frændaleysur, fylgisneytar hansara hava svikið hann. Tænari hansara hevur sitið í jarni hesi tólv árini. Í kvøld, fyri midnátt, vil tænarin loysa seg úr leinkjunum og fara aftur til meistara sín.“
Eftir eitt ræðuligt gandaóhapp, rýmir Harry Potter frá Dursley og teimum við Náttarbussinum og væntar, at nú hevur hann komið sær í álvarsligar trupulleikar. Men gandamálaráðið hevur annað at stríðast við, tí Sirius Black, ein illa gitin trúgvur fylgisneyti hjá Lord Voldemort, er rýmdur úr fongslinum Azkaban. Hildið verður, at hann ætlar sær at gera av við Harry, og gandamálaráðið hevur sent dementorarnar úr Azkaban at sneyta í økinum kring skúlan.
Í sínum triðja ári í Hogwarts elta ófrættakendar fyriboðanar og tekin um deyða Harry, meðan hann fær alt meira at vita um sína fortíð og kemur at standa andlit til andlits við ein av trúgvastu viðhaldsfólknum hjá Myrkursins Harra ...
Hetta er triðja myndprýdda útgávan av gandakendu klassikarunum hjá J. K. Rowling, sum so nógv hava bíðað spent eftir. Bókin er full av stórfingnum litmyndum eftir Jim Kay, sum hevur vunnið Kate Greenaway heiðursmerkið. Ein skreytbók, ið er sonn fragd fyri eygað, ætlað bæði trúføstum fjepparum og nýggjum lesarum.