Himmaleldur

Bókaklubbin

230,00 kr  Spar 18,00 kr

  • Síður: 204
  • Útgávuár: 2023
  • Upprunamál: Svenskt
  • Rithøvundur: Moa Backe Åstot
  • Týðari: Ingun Háberg
Deil:

Hann tók telefonina upp. Steðgaði á, tá hann sá navnið á skíggjanum. Alt sá út, sum tað plagdi: eitt sindur av klæðum lógu tveitt á dýnuni, heimaarbeiðið lá slongt á skriviborðinum. Klokkan tikkaði við síðuna av songini. Tann einasti munurin var, at navnið hjá Eriki lýsti á telefonini. At røddin á Eriki bara var eitt fingratrýst burtur. Hann kundi ikki svara. Hann kundi heldur ikki lata vera við at svara.

Lívið hjá Ánte er merkt av teimum sámisku siðvenjunum. Hjá honum er tað sjálvsagt, at hann – sum einasta barn í familjuni – skal halda fram at arbeiða við reinsdjórunum. Men knappliga er okkurt annað har. Okkurt, sum órógvar og dregur. Kenslurnar, hann hevur havt fyri vinmanninum, Eriki, eru broyttar til okkurt størri. Men hvat høvdu øll sagt, um tey vistu av tí? Og hvørjar kenslur hevur Erik?

Moa Backe Åstot er fødd í 1998 í Malmberget. Hon eigur sjálv reinsdjór og býr í Jokkmokk. Hon hevur lisið kreativa skrivilist á Umeå universitetinum og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sínar tekstir. Himmaleldur er hennara fyrsta skaldsøga.