Eric Hill
1927-2014
Eric Hill var enskur rithøvundur og teknari.
Hann var føddur í Norðurlondon 7. september 1927 og búði í Kalifornia síðan 1983.
Fyrsta bók hansara var Hvar er Flekk?
Hon kom út á enskum í 1980 og longu í 1986 hevði Jákup í Skemmuni týtt hana til føroyskt og givið hana út á forlagnum Nýlendi.
Flekk er kendur um allan heim, roknað verður við at hann er týddur til eini 65 mál.
Hann er eisini brúktur í sjónvarpsrøðum fyri børn.
Útgávur:
2002 Flekk fer á skattaveiðu
Stóra klaffabókin hjá Flekki
2003 Flekk skvatlar
Flekk fer í bað
Flekk er heima
Stóra søgubókin hjá Flekki
Góða nátt Flekk
2004 Jólini hjá Flekk
2005 Flekk á bóndagarðinum
Flekk stuttleikar sær
Flekk spælir
2008 Flekk svevur hjá vini sínum
Flekk er góður við ommu
Flekk er góður við abba
2009 Hvar er Flekk?
Eg spæli við Flekk
2011 Flekk. Fyrstu litir
Flekk. Fyrstu snið
Flekk. Mítt fyrsta bókasavn
2013 Sprutta og skvatla Flekk!
2014 Stóra bókin hjá Flekki við fyrstu orðunum
2015 Buggilingabókin hjá Flekki
2016 Hvar er Flekk? í gávueskju við snurliklúti
Flekk leitar
Heimasíða: