Erhard Jacobsen

Erhard Jacobsen er føddur í Sørvági í 1949.

Hevur prógv sum bókavørður og seinni cand.scient.bibl., umframt tikið prógv sum teldustøðingur. 

Hevur starvast á Føroya Landsbókasavni og Býarbókasavninum.

Var skrivari og formaður í Starvsmannafelagnum 1986-90.

Hevur starvast á Bókadeild Føroya Lærarafelags 1992-1994 og seinni parttíð frá 1996-2007.   

Starvast nú sum leiðari, ráðleggjari og lærari.

 

Útgávur:

1986 Sankta Frans skúli. Skúlablaðið. Serblað

2006 Og so veit eg eina vakra søgu. Bókadeild Føroya Lærarfelags 1956-2006.