Ellen Giggenbach

Ellen Giggenbach er týskur sniðgevi og fæst nógv við pappírsklipp. Hon býr nú í Wellington í Nýsælandi.
Hon las grafiska list í tvey ár í Wien.
Hon fæst einamest við pappírsklipp, og myndirnar hava sera sterkar litir. Hon fær íblástur av øllum rundan um seg, men serliga fuglar og blómur hugtaka hana.
Myndirnar minna nógv um myndir úr 50´unum og 60´unum.
Myndirnar hjá henni hava verið brúktar til nógv ymiskt: kort, tapet, pútur, taskur, klæðir og barnabøkur.

 

Útgávur:
2012 Fyrstu orðini
          Vit telja

 

Heimasíða:

http://www.ellengiggenbach.com/