Ella Smith Clementsen

Ella Smith Clementsen er føroyskur rithøvundur, fødd í Tórshavn 21. februar 1952.

Fyrsta bók hennara var Jólavættrarnir og eg (1985)

Hon hevur týtt ein hóp av barnabókum til føroyskt og skrivað søgur í Mina jólabók.

 

Útgávur:

1986 Mikkjal

1990 Mikkjal og Guðrun

1994 Ein øðrvísi jólamaður í Míni jólabók

1996 Jólini hjá Árna í Míni jólabók

1999 Teldujól í Míni jólabók

2000 Jól hjá ommusystur í Míni jólabók

2005 Hesumegin og hinumegin í Míni jólabók

2006 Unikumma og øll hini í Míni jólabók

2008 Á ferð við Perlu í Míni jólabók

2012 Rói  í Míni jólabók

 

Umrøður:

Olivur við Neyst: Endiliga aftur ein føroysk barnabók – Fríu Føroyar 21. november 1986

Hervør Jákupsson: Mikkjal – ein nýggj føroysk barnabók. Sosialurin 18. oktober 1986

Marna Jacobsen: Kærkomnar klubbabøkur til 5-8 ára gomul børn. Brá 13/14-1989

 

Heiður:

Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs 1994