112 Fuglafjørður

Bókaklubbin

122,00 kr  Spar 13,00 kr

  • Síður: 46
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Elin á Rógvi
  • Myndir: Marjun Reginsdóttir
Deil:

112 Fuglafjørður er ein nýggj bók eftir Elina á Rógvi, sum Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt.

Í nýggju bókini hitta vit aftur persónarnar úr bókini Og mamma!, sum kom út í 2014 og varð tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt báðar bøkurnar við litføgrum og lívligum myndum. Bókin snýr seg um hanan Morgunfríða, sum dugir at tosa, og abban, sum aftur hesa ferð fær stórar trupulleikar av tí prátingarsama hananum, sum altíð sigur “og mamma”. Omman og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar - ta mest fuglafantastisku bygdina í Føroyum – uttan at bjóða Morgunfríða við. Bókin er pakkað við spenningi, høgari ferð og skemti í fleiri løgum, sum fangar bæði børn og vaksin.

 Les eisini: Og mamma!