Elin á Rógvi - bøkur merktar við "Krimi"

Elin á Rógvi er fødd 3. mars 1976 og býr í Tórshavn. Hon starvast á Útvarpi Føroya, har hon ger barnasendingar. Hon fæst eisini við sjónleik, og so er hon kend í øllum Føroyum sum Meyla frá tiltakinum Lort í býnum, sum barnablaðið Strok skipar fyri.

 

Útgávur:
2003 Dunnujól í Míni jólabók
2004 Dinaslangan Sissal, Gløggi Blobb,Tjarnareggið, Gamlar felgur, Emmentaler í Míni jólabók
2007 Mánalýsi

         Lort í býin (fløga)

2010 JólaStrok (fløga)

2014 Og mamma!

2015 Eg sá ein eingil

 

Ummæli/umrøða:

Arnbjørn Dalsgarð: Trongligt mánalýsi. Sosialurin 14. desember 2007.

Steffen Larsen: Æh, jeg har egentlig lyst til æbletærte. Politiken 12. apríl 2008

Uni Arge: Eg skrivi til mítt innara barn. Atlantic Review, vetur 2014

Terji Nielsen: Eg elski at siga søgur. Sosialurin 8. apríl 2015

 

Heiður:
2007 Norðurlendsk kapping um barnabókahandrit. 1. virðisløn í Føroyum

2014 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs

2015 Í uppskoti til Norðurlendsku Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn

 

Gestur í Brunsch