Eilif Mortansson

1916-1989

Eilif Mortansson var føroyskur rithøvundur, búsitandi í Danmark og skrivaði á donskum.

Hann starvaðist í mong ár á Kongliga danska bókasavninum.

Fyrsta bók hansara var stuttsøgusavnið Færøske stemninger, sum kom út í 1949.

Hann skrivaði sera væl umtóktu gentubøkurnar um Pernille og Susy við dulnevninum Gretha Stevns, men her hjá okkum er hann serliga kendur fyri bøkurnar um Magnus Heinason.

 

Útgávur:

1992 Ein sjógarpur

1993 Sjórænaraskip í eygsjón

1993 Sjórænarar á norðhavinum

1994 Svíkjari innanborða

1995 Seinasta ferð skiparans

 

Umrøða:

Danske og udenlandske forfatteren efter 1914. Politiken 1977

Kari Sønsthagen og Torben Weinreich: Børnebogsnøglen. Høst 1988

Leksikon for børnelitteratur. Branner og Korch.