Gloria og Soria Moria

Bókaklubbin

120,00 kr  Spar 28,00 kr

Deil:

Gloria er og vitjar abban á Mjólkarvegi 18. Tey drekka heitt kakao við róma í og eta nýbakaðar bollar, sum abbin hevur bakað.

Gloria hugsar ikki um annað enn, at hon vil gerast sirkusgenta, og tað heldur abbin vera eitt frálíkt hugskot. Úti í urtagarðinum hjá abbanum stendur ein spildurnýggj trampolin. Hana hevur abbin sett upp til sirkusgentuna, Gloriu.

So fer Gloria at hoppa, og áðrenn hon veit av, er hon ovast uppi í einum træi, og yvir av henni situr ein páfuglur í ahorntrænum, ella er tað ein spáfuglur í einum pálmatræi ...?

Tað er ikki til at vita, tí nú hittir Gloria ein fyri og annan eftir, sum eru eitt, men kortini eru okkurt annað. Og ikki bara tað: Gloria skal bjarga sandslottinum í oyðimørkini