E. T.A. Hoffmann
1776-1822
E. T. Hoffman var týskur høvundur, juristur og tónasmiður.
hann var føddur í Königsberg, men sum rithøvundur og tónleikari starvaðist hann seinni í Berlin.
Søgur Hoffmanns høvdu stóra ávirkan í 19. øld, og hann verður roknaður sum ein av høvuðspersónunum í romantisku rørsluni. Hann verður sagdur at hava skapað eitt nýtt ævintýrslag, tað realistiska ævintýrslagið.
Bókin Nøtabrótarin kom út í 1816 og gav russiska tónaskaldinum Tchaikovsky íblástur til tónleikin, sum hann skrivaði til ballettina við sama navni í 1892.
Útgávur:
1997 Nøtabrótari
Ummæli:
Elin Heinesen: Nøtabrótari. Føringurin 26. mars 1998