Delia Ciccarelli
Delia Ciccarelli er italsk listakvinna, fødd í lítlu bygdini San Pelino of L'Aquila Abruzzo 22. mai 1975. Hon býr nú í Città della Pieve.
Delia hevur teknað og málað, síðan hon var smágenta. Hon var fødd sum teknari, heldur hon.
Hon las byggifrøði nøkur ár, men fór so at arbeiða í einum filmstudio, sum gjørdi animatiónsfilmar. Har var hon í fimm ár. Síðan fór hon á myndlistaskúla í Rom og tók prógv har trý ár seinni.
Delia arbeiðir við mynslist bæði í Italia og øðrum londum. Hon hevur myndprýtt eina røð av bókum.
Hon fall fullkomiliga fyri Føroyum og seliga Mykinesi fyrstu ferð, hon var og vitjaði her, og síðan hevur hon vitjað aftur fleiri ferðir. Á einum á hesum ferðunum møtti hon Vár í Mykinesi, tær fóru at práta, og tað so væl, at tær samdust um at fara at arbeiða við einari bók, sum Vár hevði skrivað um lundar. Og nú er so bókin Luddi og Lundisa vorðin veruleiki.
Myndprýðingar:
2018: Luddi og Lundisa (Vár Berghamar Jacobsen)2019: Luddi og Lundisa, 2. upplag
2019: Luddi og Lundisa spegla sær
2020: Luddi and Lundisa (Marita Thomsen týddi)
2020: Luddi og Lundisa og ein risapisa