David Grimstone - bøkur merktar við "Gladiatorur"

David Grimstone er enskur rithøvundur, føddur í Margate 25. januar 1978. Hann hevur higartil skrivað 25 bøkur, summar við sínum egna navni David Lee Stone, men flestu við rithøvundanavninum David Grimstone. Eftir at hava gingið í Trinity Primary School í Ramsgate og St. George´s Foundation School í Broadstairs, hevur hann havt eina rúgvu av ymsum arbeiðum. Nú starvast hann tó sum rithøvundur fulla tíð.
Hann býr í Kent við konu síni og soni.

 

Útgávur:
2011 Hetja á vandaferð. Gladiatordrongurin 1
        Flýggja frá tí ónda. Gladiatordrongurin 2

2012 Trælirnir rýma. Gladiatordrongurin 3

        Uppreistur. Gladiatordrongurin 4

        Bjargingarroynd. Gladiatordrongurin 5

        Logandi svørðið. Gladiatordrongurin 6

 

Umrøða:

Beinta Johannessen: Undirhald við lívinum í veð. STROK nr. 6/2012

 

Heimasíður:
www.davidgrimstone.co.uk
www.gladiatorboy.com