Daniel Defoe
1660-1731
Daniel Defoe var enskur rithøvundur, serliga kendur frá bókini um Robinson Kruso í 1719.
Daniel Defoe var sera virkin politiskt; hann var við í uppreistri móti enska konginum James 2. og mátti liva í útlegd í trý ár fyri tað. Hann var eisini fongslaður fyri at skriva The shortest way with dissenters í 1702. Hann var av samtíð sínari hildin at vera ísakaldur blaðmaður.
Í 1724 skrivaði hann The great Law of Subordiantion Considered, sum var ein bók um, hvussu ein eigur at bera seg at móti tænastufólkum.
Bókin Robinson Kruso kom út á føroyskum á fyrsta sinni í 1914. Sverre Patursson týddi hana til føroyskt og Noregs Ungdomslag gav hana út.
Útgávur:
1990 Robinson Kruso
Ummæli/umrøða:
j.m.k.: Eitt sindur um bókina Robinson Crusoe. Barnablaðið nr. 8, august 1959
Turið Sigurðardóttir: Eftirmæli í Robinson Kruso
Poul S. Nybo: Imperialistur og rasistur og – kortini – humanistur. Dimmalætting 15. desember 1990.
Jenny Johannessen: Crusoe as we know him and love him