Dánial Hoydal - bøkur merktar við "Landnam"
Dánial Hoydal er føroyskur rithøvundur, týðari og samskiftisráðgevi.
Hann er føddur 14. juni 1976 í Tórshavn.
Er cand.mag í retorikki og informatikki.
Hann hevur skrivað tekstin til Ólavsøkukantatuna, sum varð framførd á 1000 ára haldinum fyri kristnan Føroya, hevur týtt sangspølini Godspell og Ótrúliga dreymakotið hjá Jósefi og hevur skrivað tekstin til fyrstu føroysku operaina, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað tónleikin til. Operain Í Óðamansgarði byggir á stuttsøguna: Den gale mands have hjá Williami Heinesen og varð frumframførd í 2006.
Útgávur:
2001 Í geyma
2006 Eygað í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
2007 Seks yrkingar í Vencil 2
Ummæli/umrøða:
Uni L. Hansen: legg tær´"Í Geyma" í geyma. Dimmalætting. Skái. 16.mars 2001
Vígdis Bjarnadóttir: Í geyma. Fregnir 31.05. 2002
Mortan Ólason Vang: Í geyma - tekstslag, skaldsligar snildir, sjónarhorn og móttakarar í Nýggj leiti, Sprotin 2013