Cornelia Funke
Cornelia Funke er týskur rithøvundur, fødd í Dorsten í Vestfalia í 1958.
Aftaná lestur á lærdum háskúla, starvaðist hon trý ár við børnum, sum hava truplar liviumstøður og tók síðan eitt skeið í bókamyndprýðing á listaskúla í Hamburg.
Eftir tað starvaðist hon sum sniðgevi av spølum og myndprýddi bøkur.
Síðan fór hon undir at skriva bøkur sjálv og fyrsta bók hennara var Die große Drachensuche í 1988, men altjóða gjøgnumbrotið kom við bókini Tjóvanna harra, sum gjørdist kend í USA í 2002.
Cornelia Funke búði í Hamburg til 2005, síðan flutti hon, børnini og maðurin til Los Angeles, har hon er vorðin einkja og býr saman við børnunum.
Útgávur:
2005 Tjóvanna harri
2011 Blekkhjarta
Umrøða:
Wieland Freund: Die einflußreichste Deutsche der Welt. Die Welt 15. apríl 2005.
John Rogers: Cornelia Funke pulls readers into fantasy world. San Francisco Chronicle 29. oktober 2008
Lotta Olsson: Med kärlek til läsarna. Opsis Kalopsis nr 3/2011
Heiður:
1998 La vache qui lit fyri Tjóvanna harra
2000 Wildweibschenpreis
2001 Kalbacher klapperslange fyri Tjóvanna harra
2001 Preis der Jury der jungen Leser fyri Tjóvanna harra
2002 Evangelischer Buchpreis fyri Tjóvanna harra
2003 Corine fyri Tjóvanna harra
2003 Mildred L. Batchelder Award fyri Tjóvanna harra
2004 BDS-Literaturpreis
Heimasíða: