Christiane Wittenburg
Christiane Wittenburg er týskur rithøvundur. Hon er fødd í 1974 í Berechtesgarden og hevur lisið týskt og sernámsfrøði í Würtsburg.
Aftaná lesnaðin varð hon í starvi sum ritstjóri á Pestalozzi forlagnum í München. Tá ið hon í 2003 kom at arbeiða á einum barnabókaforlagi, fór hon undir at skriva.
Hon býr við manni og tveimum børnum við Freising.
Útgávur:
2009 Paulina og suttan