Christian Høj
1904-1992
Christian Høj var føddur á Strondum 11. november 1904. Hann var sum ungur til skips, men í 1923 fór hann á læraraskúla og tók prógv í 1926.
Hann var fyrst lærari í Leynum og á Válinum, men í 1933 fór hann at starvast sum lærari á Strondum og var har til 1972. Hann var fyrstilærari har frá 1964 og frá 1969 og til hann gavst var hann skúlastjóri.
Christian Høj skrivaði søgur og lærubøkur til fólkaskúlan. Fleiri av søgunum hava staðið í Míni jólabók.
Í øllum søgunum er ein andaligur tóni og tær kunnu tykjast moraliserandi fyri eitt nútímans eyga..
Hann var eisini nevndarlimur í Føroya Lærarafelag og Bókadeild Føroya lærarafelags.
Útgávur:
1957 Snar í Míni jólabók
1959 Óli í Míni jólabók
1960 Maria í Míni jólabók
1961 Ólamua í Míni jólabók
1965 Eyðun í Míni jólabók
1966 Maria í Míni jólabók
1967 Jákup og Fram í Míni jólabók
1968 Símun í Míni jólabók
1969 Eyðun í Míni jólabók
1970 Eydna í Míni jólabók
1971 Árni í Míni jólabók
1972 Knappafiskurin í Míni jólabók
1973 Eftir jólatorvi í Míni jólabók
1975 Sámal í Míni jólabók
1977 Ravnurin í Míni jólabók
1978 Hanus í Míni jólabók
1979 Til fjalls og fjøru
1983 Inspiratión í Míni jólabók
Heiður:
1982 Barnabókavirðisløn Tórhavnar býráðs