Cecil Bødker
Cecil Bødker er danskur rithøvundur, fødd 27. mars 1927 í Fredericia og uppvaksin har. Cecil Bødker er útlærdur silvursmiður og starvaðist nøkur ár við hesum, men fór so av álvara undir at skriva.
Fyrsta útgávan var yrkingasavnið Luseblomster, sum kom út í 1955. Sum barnabókarithøvundur gjørdist hon kend í 1967, tá ið bókin Silas og svarta ryssan kom út. Bókin vann eina kapping, sum Det danske akademi útskrivaði mitt í sekstiárunum. Síðani hevur hon skrivað ein hóp, ritverkið er ógvuliga fjølbroytt og umfatar barnabøkur, yrkingar, skaldsøgur, hoyrispøl, ferðafrágreiðingar, bíbilskar frásøgur og leikir. Umframt bøkurnar, Bókadeildin hevur givið út, eru eisini bøkurnar Sonur Mariu. Drongurin og Sonur Mariu. Maðurin komnar út á føroyskum.
Afturvendandi motiv í barnabókunum er frælsi og ábyrgd. Frælsi kann skerjast av fátækdømi og neyð, men eisini av ríkidømi og yvirflóð - ella av vaksnum.
Útgávur:
1975 Silas og svarta ryssan
1989 Maria úr Nasareth
1989 Sonur Mariu Drongurin
1990 Silas og Bein-Godik
1992 Sonur Mariu Maðurin
2005 Hungursbarnið
Ummæli/umrøða:
Gormsen, Jakob: Cecil Bødker 1976
Gormsen, Jakob: Elleve nordiske børnebogsforfattere. 1979
Poulsen, Jens Aage: Cecil Bødker 1995
Jakobsen, Gunnar: Cecil Bødker. 2001
Jakobsen, Gunnar: Tæt på Cecil Bødker. í Børn og bøger. nr 6, 7, 8/ 2001
Heiður:
1968 Kulturministeriets Børnebogspris fyri Silas og svarta ryssan
1976 Ibby´s H. C Andersen-pris
1983 Egholtprisen fyri Silasbøkurnar
1983 BMF´s Børnebogspris fyri Sonur Mariu – Drongurin og Sonur Mariu - Maðurin
1984 Boghandlernes Gyldne Laurbær
1987 Søren Gyldendal-Prisen
1988 Ragne Sidens Litteraturpris for kvinder
1992 Danmarks skolebibliotekarforenings Børnebogspris
1996 Dansk Forfatterforenings Jubilæumspris
1998 Det Danske Akademis Store Pris
2002 Lo´s Kulturpris