Carolin Philipps - bøkur merktar við "Ættleiðing"

Carolin Philipps er týskur rithøvundur.

Hon er fødd í 1954 í Meppen.

Hevur lisið søgu og enskt í Hannover og Bern.

Hon hevur skrivað bøkur síðan 1989 og hevur serligan áhuga fyri evnum, sum børn og ung hugsa nógv um í gerandisdegnum. Evnini eru mangan politisk, t.d. kunnu tey snúgva seg um m.a.  analfabetismu, rasismu og samkynd. Hon leggur stóran dent á tolsemi, men roynir ikki at smoyggja nakra lætta loysn oman yvir lesaran.

Hon býr og starvast sum studentaskúlalærari í Hamburg.

 

Útgávur:

2007 Hvítar blómur í Gulu ánni

2008 Dreymar búgva allastaðni

2011 Made in Vietnam

2013 Tá ið tú ikki eigur orð

 

Ummæli:

Tóra við Keldu: Eg eigi ikki orð. toravidkeldu.blogspot.dk 12. juli 2013

 

Heiður:

2000 Tolsemis- og friðarheiðursløn UNESCO

 

Heimasíða:

www.carolinphilipps.de