Carolin Philipps
Carolin Philipps er týskur rithøvundur.
Hon er fødd í 1954 í Meppen.
Hevur lisið søgu og enskt í Hannover og Bern.
Hon hevur skrivað bøkur síðan 1989 og hevur serligan áhuga fyri evnum, sum børn og ung hugsa nógv um í gerandisdegnum. Evnini eru mangan politisk, t.d. kunnu tey snúgva seg um m.a. analfabetismu, rasismu og samkynd. Hon leggur stóran dent á tolsemi, men roynir ikki at smoyggja nakra lætta loysn oman yvir lesaran.
Hon býr og starvast sum studentaskúlalærari í Hamburg.
Útgávur:
2007 Hvítar blómur í Gulu ánni
2008 Dreymar búgva allastaðni
2011 Made in Vietnam
2013 Tá ið tú ikki eigur orð
Ummæli:
Tóra við Keldu: Eg eigi ikki orð. toravidkeldu.blogspot.dk 12. juli 2013
Heiður:
2000 Tolsemis- og friðarheiðursløn UNESCO
Heimasíða: