Carla og Vilhelm Hansen

Carla Hansen (1906 – 2001) var danskur rithøvundur. Hon skapaði saman við manni sínum Vilhelm Hansen (1900 – 1992), sum var teknari og myndprýðari, teknirøðina Rasmus Tøpp.
Teknirøðin byrjaði sum strípa, fyrstu ferð í Berlingske Aftenavis 17. november 1951 og gjørdist skjótt kend í øðrum londum. Í 1952 teknaði og skrivaði parið fyrstu bókina Rasmus Tøppur byggir skip. Hon kom út á føroyskum í 1986. Frá 1986 til 1989 komu tilsamans níggju hefti við søgum um Rasmus Tøpp á føroyskum.
Tað eru fleiri, ið hava teknað Rasmus Tøpp eftir at Vilhelm Nielsen er deyður. Tann, ið hevur teknað røðina við pixibókum er Per Sanderhage.

 

Útgávur:
1986 Rasmus Tøppur byggir skip
        Rasmus Tøppur fer til Norðpólin
        Rasmus Tøppur sum kavari
        Rasmus Tøppur fer umborð
1988 Rasmus Tøppur í pyramidunum
1989 Rasmus Tøppur í Svøvnskarvalandi
        Rasmus Tøppur hittir Ursulu
        Rasmus Tøppur og lítlibeiggin
        Rasmus Tøppur sum fjallaklintrari

2012 Tøppur. Ævintýrferðin hjá Skjaldbøku
        Tøppur hjálpir fuglunum
        Tøppur og damptrumlan
        Tøppur og flúgvandi songin
        Tøppur og gloymda lokomotivið
        Tøppur. Skeggi og havfrúgvin

 

Umrøða:
Søren Vinterberg: Carla Hansen 1906-2001. Nekrologur. Politiken 8. desember 2001.